– Jólatræið á Vaglinum hevur gjøgnum árini verið staðsett ymsastaðni. Tað er flutt fleiri ferðir, og í ár er onki undantak, nú jólatræið kemur at standa við ráðhústrappuna.
Soleiðis skrivar Tórshavnar býráð, nú Tinghúsvøllurin er fyri at mesta avbyrgdur í sambandi við arbeiðið at gera Havnará.
Í nøkur ár í sjeytiárunum stóð jólatræið í Sparikassagarðinum, sum tá var lægri enn hann er í dag við gyrðing frammanfyri. Og vit minnast so væl V4 táttin hjá Suna Jacobsen, sum Hermann Jacobsen sang: ”Heysa upp og lora nakað væl, jólatræið niðarlaga standa skal...”
##med2##
Jólatræið á Vaglinum verður tendrað leygardagin 26. november 2022 kl. 15.30. Ann Hermansdóttir, prestur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, halda røður. Havnar Hornorkestur spælir.
Jólabýurin verður í ár settur upp á parkeringsplássinum frammanfyri Ráðhúsið. Orsakað av arbeiði á Vaglinum, verður jólatræið í ár sett upp frammanfyri trappuni á Ráðhúsinum.
Í sambandi við, at jólatræið verður tendrað, verða nógv ymisk hugnalig tiltøk í miðbýnum. Skráin verður kunngjørd seinni.
##med3##
##med4##














