Flugufellan

(Les!) ”Einki vanligt fólk hevur áhuga fyri flugum, í hvussu so er ikki konufólk”
Frederik Sjöberg

Ein bók um flugur, um litinskap, longsul, djórafrøði, náttúrusøgu og kynstri at liva í heiminum í dag alt í einum. Fluefælden hjá Frederik Sjöberg er rein nærvera, hon er um at liva spakuliga og ikki at lata seg tøla av øllum tí skjóta, tí nýtiliga og innantóma.


Á forsíðuni á bókini hjá svenska høvundanum og insektgranskarinum Frederik Sjöberg (f. 1958) Fluefælden stendur ritroynd, sjálvævisøga, skaldsøga, ferðafrásøgn, kreativar yrkisbókmentir á bundum máli, ævisøga og ja ”ein bók”. Bókin er løtt at lesa, men ringt er at skriva um hana aftaná. 



Ein bók um flugur


Tað serliga við hesi ”bók”, er júst at lesarin ikki veit, hvat hon lesur. Her er sjálv kontraktin millum lesara og høvund so mikið rúmsátt sett fram, at øll mark innan tekstasløg longu eru sprongd – eisini tey millum fagur- og yrkisbókmentir. Soleiðis líkist bókin ongum øðrum. Av og á er hon ritroynd, har vit hoyra um kendar entomologiskar granskarar frá enska Darwin til svenska Linné og til svian René Malaise, ið var heimskendur insektgranskari í 1930inum, sum í dag er meiri ella minni gloymdur og obskurur. Tað einasta vit minnast hann fyri var, at hann uppfann eina sokallaða flugufellu. Tá hesin Melaise kom heim aftur, eftir at hava granskað insekt í Burma í trý ár í 1930inum saman við konuni, hevði hann so nógv tilfar við heim við, at tað kom at taka entomologunum 70 ár at kanna tað. Samstundis hevði hann ikki minni enn 1700 fiskar við sær í gløsum í formalin. Soleiðis finnast t.d. 13 ymiskar klukkur sum eita eftir Malaise. Tá varð hann fagnaður sum ein annar Roald Amundsen, men seinni í lívinum fór Malaise at skriva eitt verk um horvna Atlantis, tá mistu tey flestu – um ikki øll - virðingina fyri honum. Men hesin serlingurin og übernørdurin hevur uppiborið at verða grivin fram aftur og virdur fyri tað hann megnaði, sum ein sannur arvingi hjá Linné og Darwin. 



Rein nærvera


Orsøkin til, at bókin Fluefælden er verd at lesa er, at hon er so mikið væl skrivað og serlig. Hon er bæði ein ”klók” bók, har høvundin megnar at gera gransking í flugum og insektum áhugaverda fyri okkum øll, men hon kundi riggað eins væl sum ein góð skaldsøga, sum ein av fremstu ritroyndunum í Svøríki (hon varð m.a. instillað til August Virðislønina, ið er ein hin fremsta í Svøríki) og sum eitt flott skrivað alment verk um insektir, náttúrufatan og náttúrusøgu. Men at velja at blanda alt saman er nakað heilt serligt, ið vit m.a. kenna frá høvundum sum W.G. Sebald og norska Thomas Espedal, ið útgav tríggjar bøkur í 00unum kallaðar Ævisøga, Dagbók, Brøv. 



Tilvera


Næstu løtuna skrivar Sjöberg persónliga ævisøgu, um at keypa hús og um at granska flugur á einari lítlari oyggj í svenska skergarðinum. Um ungdóm, lagnu og um at gerast eldri. Um hvussu hann hevur funnið 202 nýggj flugusløg bert á hesi oynni. Eitt evnið, ið gongur aftur eru tankar um at savna. Hví gerast fólk flugusavnarar, frímerkjasavnarar ella bókasavnarar? Er tað av sorg at fólk savna? Er tað ein roynd at hava tamarhald á heiminum? Vildi hesi fólk tikið seg av døgum av tunglyndi um tey ikki savnaðu? Ella eru allir savnarar narsissistar, ið vilja hava viðurkenning fyri teirra evni at savna? Aftur og fram og so á ferð til stórar høvundar sum Strindberg, D. H. Lawrence og aftur til gamlar gloymdar kanningarferðir, har náttúrusøgan opnaði seg fyri okkum á fyrst sinni. Og alt hann skrivar um er eykent av vitan og einum matrialiteti, har hann hevur roynt og kannað alt tað hann skrivar um. Ein ógloymandi bók.