Flott farvæl frá Fílabeinsstrondini

Fílabeinsstrondin hevur verið eitt tað best spælandi og mest undirhaldandi liðið í HM-kappingini í Týsklandi, men landið kom í skeivan bólk og mátti í gjárkvøldið siga farvæl til kappingina


Hóast teir vóru aftanfyri 2-0, so stríddust teir víðari, vendu dystinum og vunnu at enda 3-2.
Fílabeinsstrondin hevur staðið fyri positivum og undirhaldandi álopsfótbólti undir HM-kappingini í Týsklandi, og í gjárkvøldið vunnu teir seinasta dystin í kappingini. Serbia og Montenegro kom fram um 2-0, men Fílabeinsstrondin kom afturíaftur, og í seinna hálvleiki spældu teir runt við liðnum av Balkan.
Men hóast Fílabeinsstrondin vann dystin 3-2, so munaði sigurin ov lítið, tí afrikanska liðið hevði tapt teir báðar undanfarnu dystirnar ímóti Hollandi og Argentina.
Liðið við spælarum sum Drogba, Eboue, Toure og øðrum hevur veruliga undirhildið áskoðarunum, og tað er næstan synd, at liðið er liðugt í kappingini. Men teir vóru óhepnir við lutakastinum til HM-kappingina.
- Tað er sera spell, at vit nú mugu siga farvæl til Fílabeinsstrondina. Teir hava verið fantastiska stuttligir at sæð og hava spælt nakað av tí besta fótbóltinum í HM-kappingini. Men teir komu bara í skeivan bólk, sigur Morten Olsen, danskur landsliðsvenjari, í BT.
 
Venjarin gevst
Franski Henri Michel hevur verið venjari hjá Fílabeinsstrondini seinastu árini, og hann hevur nú boðað frá, at hann gevst í starvinum. Michel ætlar sær ikki at leingja sáttmálan við fótbóltssambandið í Fílabeinsstrondini, og ístaðin ætlar hann sær at leita sær nýggja avbjóðing aðrastaðni.
- Eg tók við starvinum, tí tað var ein spennandi avbjóðing. Eg havi fingið nógvar atfinningar á vegnum, men soleiðis er spælið. Eg kann framvegis hyggja í speglið, segði Henri Michel eftir sigurin á Serbia og Montenegro í gjárkvøldið.
Roknað verður við, at tann 58 ára gamli franski venjarin skal frameftir skal venja eitt lið í Qatar.