Bjargingarmyndugleikarnir í Kili kunngjørdu í kvøld, at tann 31 ára gamli Florencio Avalos verður tann fyrsti, sum verður bjargaður upp úr náminum. Fyrr í kvøld ljóðaði, at tann fyrsti maðurin skuldi koma upp úr náminum um 22-tíðina okkara tíð, men nú verður sagt, at tað verður ikki fyrr enn á midnátt.
Teir 33 innistongdu námsarbeiðsmenninir verða bjargaðir í einari ávísari røð. Florencio Avalos verður tann fyrsti. Næstur honum kemur tann 39 ára gamli elektrikarin Mario Sepulveda og síðani tann 23 ára gamli Carlos Mamani.
Hesin seinasti er úr Bolivia og einasti útlendingur niðri í náminum. Í sambandi við bjargingina er boliviski forsetin, Evo Morales, komin til námið at taka ímóti landsmanninum, tá hann kemur upp úr náminum.
Teir 33 menninir hava nú verið innistongdir í náminum í 68 samdøgur.