Floksmynd í røttum tíðaranda

Miðnámsflokkar í Hoydølum hava tikið nýggjar myndir – og kreativiteturin er stórur

 

Tey finna upp á bæði eitt og annað, tá ið tey taka floksmyndir í Hoydølum. Summi hava havt ítrótt sum tema til floksmyndina, onnur ferðing, og ein flokkur hevur gjørt eina viðmerking til tíðina, vit liva í.

Floksmyndin hjá 12. Ð í Hoydølum vísur ein skúlaflokk, sum savnaður, men hvør í sínum lagi, fæst við at taka myndir av sær sjálvum og annars brúka tøknina, sum er við okkum allastaðni.  

Tað er tíðin, vildi onkur sagt.