Havi alt valskeiðið arbeitt við at seta fokus á ymisk viðurskifti í Føroyska fólkaskúlanum. Millum annað, í tveimum umførum at leggja uppskot fyri tingið um at endurskoða fólkaskúlalógina.
Aftaná úrslitið av pisaundankanningini sýntist meira ferð at koma á landsstýrismannin, og tingið samtykti nakrar ábøtur á verandi lóg. Hesar ábøtur vóru tiltrongdar, og eg fegnist um, at tað eydnaðist tinginum at styrkja um byrjunarundirvísingina við fleiri tímum, men eftir mínum tykki mangla vit enn at taka eitt breitt orðaskifti í samfelagnum um, hvat tað er fyri ein fólkaskúla vit vilja hava í Føroyska samfelagnum.
Ein partur av hesum, sum er neyðugt at taka upp, er eftir mínum tykki orðaskiftið um trivnaðin í skúlanum, trivnað í breiðari merking, soleiðis at øll í skúlanum, bæði børn og vaksin, hava ein dagligdag har øll trívast og harvið hava møguleika fyri at mennast og víðariútviklast fakligt og sosialt.
Øll sum starvast í fólkaskúlanum vita at ein fyritreyt fyri at mennast fakliga, er at tú fungerar sosialt, og at tú trívist í umstøðunum tú virkar í. So skulu vit fáa fulla nyttu burturúr økingini í tímum at styrkja fakliga støði í byrjunarundirvísingini, er eisini neyðugt at nýta orku uppá at styrkja um møguleikarnar fyri at skapa trivnað í skúlanum, bæði fyri lærarum og fyri næmingum.
Tí er mítt mál at vit innføra floksins tíma aftur í fólkaskúlan, ein floksins tíma sum er væl skipaður við greiðum máli, sum miðar beinleiðis eftir at bøta um trivnaðin á skúlanum og eini neyvari lesiætlan, sum skúlin sjálvur hevur orða. Á henda hátt hava vit bestu trygd fyri at hvør einstakur skúli fær møguleika at raðfesta trivnaðin líka høgt sum fakligu læringina.