Flogvøllur á Glyvursnesi fer at kosta 1,6 mia.

Við einari 2.700 metrar langari lendingarbreyt fer ein flogvøllur á Glyvursnesi at kosta 1,6 mia. krónur Tað segði landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm, á uppstillingarfundi hjá Havnar Framburðsfelag í vikuni.

Sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum greiddi landsstýrismaðurin frá teimum ymsu møguleikunum, sum verða kannaðir í einum størri kanningararbeiði, sum ætlandi verður liðugt í 2010. Ein av møguleikunum er Glyvursnes.

Á fundinum segði Bjarni Djurholm, at tað eisini verður arbeitt við at byggja út floghavnina í Vágum við millum annað longri flogbreyt. Tilsamans er talan um útbyggingar fyri 400 milliónir krónur.