Flogskipararnir vraka semingsuppskotið

Hóast tvey semingsuppskot eru vrakað, so hava semingsmenninir ikki enn givið skarvin yvir

Fyri middag skuldu felagið Føroyskir Flogskiparar og Føroya Arbeiðsgevarafelag, FAG, boða frá, um partarnir góðkendu semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin seinnapartin hósdagin legði fyri partarnar.

Nú er tað greitt, at tað verður eingin semja í hesum umfari. FAG, sum samráðist vegna Atlantsflog, hevur boðað Semingsstovninum frá, at tey góðtaka semingsuppskotið. Felagið Føroyskir Flogskiparar hevur boðað frá, at tað vrakar semingsuppskotið.

Soleiðis var tað eisni, tá ið semingsmenninir løgdu fyrra uppskotið um semju fram. Tá vrakaðu flogskipararnir uppskotið, meðan arbeiðsgevararnir tóku undir við tí.

 

Harvið er møguleiki framvegis fyri, at flogskipararnir fara í verkfall.

Símun Absalonsen, sum hevur ábyrgdina fyri semingsstovninum, nú Terji Sigurðsson er burturstaddur, sigur, at hann og Páll Isholm, sum er saman við honum í hesum samráðingunum, fara at tosa saman seinnapartin ídag. Teir hava ikki enn givið skarvin yvir í roynd at fáa partarnar at semjast.

 

Um talan skal verða um arbeiðssteðg, so verður tað við fjúrtan daga freist. Tað hevur ikki verið vanligt, at partarnir lýsa verkfall ella verkbann, áðrenn samráðingarnar eru slitnaðar.

 

Flogskipararnir hava áður sagt, at teir ikki krevja stóra lønarhækkan, men at tað serliga eru betri arbeiðsumstøður, sum teir vilja hava.