Flogskiparafelag Føroya: Ger lítlan mun at leingja flogvøllin í Vágum

Vit duga ikki at síggja, at ein útbygging av flogvøllinum í Vágum fer at geva betur trygd og reglusemi. So greið er fráboðanin frá Flogskiparafelagi Føroyum, nú kjakið um flogvallarmálið er komið í hæddina.

Flogskiparafelag Føroya hevur nú fyri fyrstu ferð sagt sína meining um spurningin.

Og í grein, sum stendur at lesa í Sosialinum, sum kemur á gøtuna nú seinnapartin, siga flogskipararnir, at vit kunnu ikki rokna við, at ein longri vøllur hevur við sær tær stóru broytingarnar.

Teir átala, at spurningur verður settur við trygdina, tí hon er í lagi við teimum avmarkingum, sum eru.

- Vit mugu staðiliga afturvísa, at ivi er um trygdina! Vit sita sum evstu ábyrgdarar fyri hundraðtals ferðafólki dagliga. Var minsti ivi um ta operationellu trygdina, so hevði eingin flogskipari sett seg umborð á nakað flogfar.

Teir skilja ikki, at leingingin er gjørd til ein trygdarspurning, tí so eiga allar útbyggingar at verða steðgaðar beinanvegin. Vit kunnu nevniliga ikki rokna við, at ein longri vøllur hevur við sær tær stóru broytingarnar, sigur Rúni Højgaard í flogskiparafelag Føroya.

- Flestu forðingarnar í Vágum eru ikki orsaka av einum ov stuttum vølli. Tær eru orsaka av vánaligum sýni og vindi.

Flogskiparafelag Føroya er ikki ímóti eini útbygging av flogvøllinum.

- Men vit vilja við hesum eftirlýsa meiri nágreiniligum og sakligum grundgevingum enn teimum uppáhaldum um trygd og reglusemi, sum førd hava verið fram. Tí við støði í okkara royndum mugu vit siga, at vit duga ikki at síggja, at ein útbygging av flogvøllinum í Vágum fer at geva betur trygd og reglusemi, sigur felagið.