Flogferðslan skeiklað í allan dag

Í gjárkvøldið varð flogferðslan tarnað av mjórka og tað skeiklar eisini flogferðsluna í dag, leygardagin

Flogfarið, sum skuldu koma til Føroya úr Keyppmannahavn í gjárkvøldið, fekk ikki sett seg í Vágum fyri mjørka.

Tískil mátti tað venda aftur til Keypmannahavnar, har tað lendið nakað eftir midnát.

 

Les eisini: Flogfarið mátti venda aftur

 

Men hetta ávirkar eisini flogferðsluna í dag, leygardagin, sigur Atlantsflog.

 

Flogfarið fer úr aftur Keypmannahavn beint eftir miðdag í dag og lendir væntandi í Vágum klokkan 14.20.

 

Men flogfarið, sum skuldi fara úr Føroyum til Keypmannahavnar klokkan sjey í morgun, fer nú klokkan 14.40 og Flogfarið til Milano, ið skuldi fara klokkan 12.55, fer ikki fyrrenn klokkan 20 í kvøld.

 

Flogfarið ið skuldi fara úr Keypmannahavn klokkan 10.55  í morgun og skuldi lenda í Vágum klokkan 12.05, fer nú úr Keypmannahavn klokkan 18.15 og lendir væntandi klokkan 19.20.

 

Og flogfarið úr Milano ið skuldi fara klokkan 18.25 í kvøld, og lenda í Vágum klokkan 20.55, fer ikki úr Milano fyrrenn klokkan eitt í nátt og lendir væntandi í Vágum klokkan 3.25 í nátt.