Flogferðslan aftur darvað av øsku

Meiri enn 20.000 fólk eru nú flutt burtur frá indonesiska gosfjallinum Sinabung, sum fór at goysa leygardagin eftir at hava ligið í dvala í 400 ár. Gosið versnaði í morgun, og blaðið Jakarta Post skrivar, at alt lendið rundan um fjallið og fleiri bygdir nælrhendis fjallinum liggja undir øsku.

Sum skilst hevur øskan breitt seg einar 30 kilometrar frá sjálvum gosfjallinum.

Indonesisku myndugleikarnir siga við BBC, at Sinabung sendir øsku og dust langt upp í loft, og at summastaðni er øskan so tjúkk, at hon órógvar flogferðsluna har á leiðini. Eitt nú eru fleiri flogferðir longu avlýstar, sigur BBC.