Ukrainska innanríkisráðið sigur, at øll tey 295, sum vóru í flogfarinum, hava latið lív. Talan er um 280 ferðafólk og manningina, sum taldi 15.
Sambært Reuters er talan um eitt flogfar av slagnum Boeing 777 hjá felagnum Malaysian Airlines, sum var á veg úr Amsterdam til Kuala Lumpur í Malaysia.
Russiska tíðindastovan Interfax skrivar, at flogfarið var nærhendis russiskum loftrúmi, tá tað datt niður nærhendis ukrainska býnum Shaktarsk.
Interfax skrivar eisini, at flogfarið varð skotið niður, men hesi tíðindini eru ikki váttað aðrastaðni. Í seinastuni hava uppreistrarmenninir har eysturi í Ukraina skotið fleiri ukrainsk flogfør niður.










