Flogfar vendi aftur við sjúkum monnum

Flogfarið hjá Maersk vendi sunnudagin aftur til Føroyar, tí nakrir føroyskir sjómenn vóru ógvuliga illa fyri umborð

 

Sunnudagin stóð alt løgregluliðið, bjargingarliðið og sjúkrabilar tilbúnir á flogvøllinum í Vágunum. Orsøkin var, at flogskiparin hjá Maersk hevði boðað frá, at hann vendi aftur til Føroyar, tí seks sjómenn vóru vorðnir ógvuliga sjúkir umborð.

Flogfarið hevði verið umleið ein hálvan tíma í luftini, tá flogskiparin vendi aftur, tí hann tordi ikki at halda leiðina fram til Keypmannahavnar við álvarsliga sjúkum monnum umborð.

Seinni vísti tað seg at vera talan um tveir menn, sum vóru ógvuliga illa fyri vegna ovurnýtslu av rúsdrekka. Støðan gjørdist tí ikki so álvarsom, sum fólk vóru bangin fyri. Báðir menninir vóru fluttir á landssjúkrahúsið.