Flogfar neyðlendi og rakti bil

Neyðlent flogfar rendi á ein bil á motorvegnum norðanfyri Gøteborg.Tað er enn óvist, hví flogfarið mátti velja hendan møguleikan Ein lítil eitt-motors flúgvari mátti neyðlenda í kvøld beint áðrenn klokkan sjey á høvuðsvegi E45 norðanfyri Gøteborg.

Tá flogfarið lendi, rendi tað inn í ein bil, tó at nakar kom til skaða.

Tað er enn ógreitt, hví flogfarið lendi so, men kanningar eru á veg.

Flogfarið er av slagnum Diamond DA-40-D. Talan er um eitt flogfar við einum motori, við plássi fyri fýra ferðandi, skrivar eb.dk