Flogfar lendi við gronini á flogvølli í New York

Átta fólk vórðu skadd, tá eitt Boeing 737 flogfar lendi harðliga á gronini á LaGuardia flogvøllinum í gjár, tí framhjólið ikki fór niður.

Southwest Airlines eigur flogfarið, sum kom úr Nashville í Tennessee við 149 ferðafólkum. Eftir øllum at døma brotnaði lendingarstellið, tá flogfarið setti seg.

Fimm ferðafólk og trý av manningini máttu undir læknahond eftir hørðu lendingina, sigur flogfelagið.

Ferðafólkini sluppu út gjøgnum neyðútgongdirnar. LaGuardia flogvøllurin varð stongdur fleiri tímar eftir óhappið, skrivar Aftenposten.

(Mynd: Handout)