Flogfar hevði trupulleikar við næsahjólinum

Tað var full tilbúgving í Gardemoen í Oslo seinnapartin, tá flogfarið, sum annars var á veg úr London til Troms, lendi.

Tað var eitt ferðafólkaflogfar av slagnum, Mitsubishi CRJ-900LR, sum lendi í Gardemoen seinnapartin.

Eitt ferðafólkaflogfar boðaði í dag frá trupulleikum við næsahjólinum og noyddist at lenda í Gardemoen í Oslo.

 

Tað sigur norska løgreglan seint seinnapartin í dag á X, fyrrverandi Twitter.

- Øll tilbúgvingin var klár, um flogfarið skuldi fingið trupulleikar undir lending, men flogfarið er lent, og eingin hevur fingið likamlig mein.

 

Tað sigur norska løgreglan í einari dagføring fyri løtu siðan.

 

Tíðindavaktin hjá Avinor sigur, at tað er Global Reach Aviation, sum eigur flogfarið, ið er eitt minni ferðafólkaflogfar av slagnum, Mitsubishi CRJ-900LR. 

 

Global Reach Aviation hevur støð í Billund í Danmark.

 

Sambært Flightradar var flogfarið á veg úr London til Tromsø í Noregi, tá flogskiparin bað um at sleppa at lenda í Gardemoen. 

 

Norska løgreglan sigur, at tað var full tilbúgving í Oslo, tá flogfarið lendi. Greitt er ikki í løtuni, hvussu nógv ferðafólk vóru í flogfarinum.

 

 

 

 

 

Tað var eitt ferðafólkaflogfar av slagnum, Mitsubishi CRJ-900LR, sum lendi í Gardemoen seinnapartin.