Flogfar fór av breytini í Nuuk

Eingin fekk skaða, tá eitt flogfar hjá Flugfélagi Íslands fór út av lendingarbreytini á flogvøllinum í Nuuk seinnapartin. 31 ferðafólk vóru í flogfarinum umframt mannaingina, sum taldi trý.

Ein talsmaður hjá íslendska flogfelagnum sigur við fjølmiðlarnar, at flogfarið fekk eitt vindblak á seg, tá tað skuldi seta seg. Tað gjørdi, at høgra hjól kom heldur harðliga niður á vøllin og brotnaði. Flogfarið helt fram út av breytini út í trygdargeiran, har tað steðgaði.

-Eingin fekk skaða, og tey 31 ferðafólkini fóru úr flogfarinum og høvdu hondviðførið við sær, eigur talsmaðurin, sum tó leggur afturat, at ferðafólkini hava fingið kreppuhjálp.

Morgunblaðið skrivar, at tey flestu ferðafólkini vóru danir ella grønlendingar. Onkur føroyingur var eisini millum ferðafólkini. Manningin var íslendsk.