Flogbólturin í vetur klárur

Um ein mánað fer flogbóltskappingin av álvara í gongd

Um ein mánað fer flogbóltskappingin av álvara í gongd, tí í nýggjum yvirliti, sum Flogbóltssambandið hevur almannakunngjørt, verður fyrsta umfar í øllum deildum spælt leygardagin 5. oktober.

Og í hinum endanum verða FM-finalurnar í Eik-ligunum hjá kvinnum og monnum spældar síðst í mars og fyrst í apríl, so fyrsta finala verður 29./30. mars og onnur og møguliga triðja finala ávikavist 5. og 6. apríl.

Stóri steypafinaludagurin hjá teimum vaksnu verður leygardagin 15. februar, og dagin eftir, sunnudagin 16. februar, er stóri steypadagurin hjá teimum yngru.

Umframt at oddaliðini hjá kvinnum eftir eitt umfar og hjá monnum eftir tvey umfør vinna sæti í finalunum, eru FK- og Mjølnir-kappingarnar avgerandi fyri, hvørji onnur lið koma í steypafinalurnar.

FK-kappingin hjá teimum vaksnu verður vikuskiftið 9. og 10. november, og Mjølnir-kappingin hjá teimum vaksnu verður vikuskiftið 11. og 12. januar. Møguligar hálvfinalur í steypakappingini verða 26. og/ella 27. januar.

Umframt nevndu kappingar, eru fleiri aðrar kappingar fyri lægru liðini hjá teimum vaksnu og fyri allar barna- og ungdómsdeildirnar, og dagfestingarnar kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum.