FLOGBÓLTUR
Steypafinalurnar í flogbólti í morgin eru tær tíggjundu í røðini hjá bæði kvinnum og monnum, og harvið kann staðfestast, at eitt rímiliga spontant hugskot hjá Flogbóltssambandinum hevur yvirlivað og ment seg øll hesi árini, síðani fyrsti stóri finaludagurin var í 2000.
– Tað kom mestsum av tilvild, at vit royndu hetta fyrstu ferð. Vit høvdu roynt ymiskt, ið skuldi gera flogbóltin meira lokkandi og geva honum størri umrøðu, og tá so hetta kom á borðið, valdu vit eisini at royna tað. Vit spurdu okkum fyri, um tveir slíkir dystir kundu verða vístir í sjónvarpinum, og tá vit fingu játtandi svar, herjaðu vit á frá fyrsta degi, sigur Niclas Joensen, sum tá var formaður í Flogbóltssambandinum og nú er nevndarlimur.
Magnus Tausen, sum hinvegin sat í nevndini tá og nú er formaður, skundar sær at skoyta uppí, at tað var Niclas sjálvur, ið kom við hugskotinum.
– Í grundini fóru vit í holt við eitt prosjekt, sum vit slett ikki kendu avleiðingarnar av. Vit vóru øgiligt í iva, um nakar mundi fara at koma at hyggja, um nakar vildi lýsa og um sjónvarpið vildi vísa dystirnar. Ikki fyrr enn alt tað var komið upp á pláss, tordu vit at trúgva upp á tað, sigur Magnus.
– Men so hava vit eisini fingið eitt tiltak, sum hevur ment seg alla tíðina, tí tað byrjaði á nógv lægri stigi, enn tað er í dag. Tá vit so læntu eitt serligt flogbóltsgólv úr Danmark og seinni keyptu okkum eitt, var tað eisini eitt stórt framstig. Og nú vit standa á gáttini til tíggjunda finaludagin, kunnu vit staðfesta, at okkara finalutiltak er fult á hædd við tað, vit kenna frá londunum rundan um okkum.
Umsett fyri milliónina
Tey fyrstu mongu árini blivu steypafinalistarnir funnir í árligu Fleyr- og Mjølnir-kappingunum, tí vinnararnir av hesum kappingum fingu samstundis eitt finalupláss. Nú eru reglurnar so broyttar eitt sindur, so ávegis oddastøða í landskappingini gevur annað plássið í finaluni, meðan vinnararnir av Fleyr- og Mjølnir-kappingunum kappast um hitt plássið.
– Fyrr var trupulleikin, at feløgini ikki byrjaðu at venja, fyrr enn landskappingin fór í gongd. Men nú fingu tey eina gularót, tí Fleyr-kappingin, sum lá undan sjálvari landskappingini, gav atgongd til steypafinaluna. Upp á tann mátan fingu vit framskundað venjingina úti í feløgunum einar seks vikur, sigur Niclas Joensen.
– Haraftrat kom so peningaligi vinningurin av tiltakinum, sum hesi árini síðani 2000 hevur umsett nakað oman fyri milliónina í inntøkum, umframt at feløgini hava fingið sær stuðlar til finalurnar. So bæði fyri flogbóltin, Flogbóltssambandið og feløgini hevur hetta tiltakið havt sera stóran týdning upp á fleiri mátar.
Niclas nevnir eisini, at steypafinalurnar geva spælarunum eina barlast, sum kemur teimum til góðar í øðrum flogbóltshøpi, sum eitt nú Oyggjaleikum og øðrum altjóða kappingum, har karmarnir gjarna svara nøkulunda til teir, vit kenna frá steypafinalunum.
– Og so er tað eisini tað, at mong, ið annars ikki geva flogbólti ans, vísa finalunum áhuga. Eg minnist, at ein vinmaður segði við meg aftan á ta fyrstu kappingina, at »tú fært aldrin fólk at hyggja at hasum«, og tað gjørdi okkum bara uppaftur treiskari at fáa hetta framt, sigur Niclas Joensen.
Kanska FM-finalur
Nú tíggjundu steypafinalurnar verða spældar í morgin, spyrja vit teir báðar oddamenninar, um tíðin ikki er komin til at taka eitt stig aftrat á kósini, ið var sett í kortið í 2000.
– Tað er væl hugsandi, at okkurt spennandi fer at koma aftrat. Tað hevur eyðkent flogbóltin og Flogbóltssambandið, at man altíð hevur verið klárur at broytt og gjørt neyðugar tillagingar, og soleiðis er tað enn, sigur Magnus Tausen, ið letur skilja á lagnum, at eitt hugskot kundi verið at gjørt meira burtur úr endanum á landskappingini.
– Steypafinalurnar vísa seg at virka rættiliga væl, so tær fara ongan veg. Hinvegin kundu vit kanska havt okkurt, sum minti um FM-finalur. Sum er, vigar hjá mongum eitt pláss í steypafinaluni meira, enn at føroyameistaraheitið verður vunnið. Tað vísir seg eisini, at fyri feløgini gevur tað fíggjarliga meira at koma í steypafinaluna, enn at vinna føroyameistaraheitið.
Niclas staðfestir somuleiðis, at hjá mongum er einki við síðuna av og einki yvir steypafinaluni, men at tað kann gerast øðrvísi, um feløgini altso eru til reiðar at ofra ein oddasess við kappingarenda, fyri síðani at risikera at tapa eina FM-finalu ímóti tí upprunaliga næstfremsta liðnum.
– Tað er í øllum førum neyðugt, at allir partar spæla við, skal hetta lata seg gera. Tá hugsi eg ikki minst um, at fjølmiðlarnir eru á staðnum og seta fokus á flogbóltin. Eg vil siga, at skulu vit taka stigið við FM-finalunum, er altavgerandi, at fjølmiðlarnir tíma og vilja vera við til eitt sovorðið endabrak í landskappingini, sigur Niclas Joensen.











