Tað eydnaðist aftur Odd Grenland at vinna í norsku tippuliguni í gjár. Hetta var annar sigurin á rað hjá botnliðnum, og undan seinasta umfari hevur Odd Grenland framvegis møguleikan at yvirliva í deildini. Fyrrverandi KÍ-venjarin Ove Flindt-Bjerg hevur havt ábyrgdina av liðnum seinastu dystirnar, og nú ein dystur er eftir at spæla er Odd Grenland tvey stig frá bjargingini. Í seinasta umfarinum skal Odd Grenland vinna ímóti Frederikstad, meðan Start skal tapa.