Fleyr-Mjølnir, VÍF-Neistin og H71-KÍF á FM1 sunnudagin

FM1 sigur frá flogbólti og hondbólti millum klokkan 13 og 18 sunnudagin

Sunnudagin spennir FM1 seg enn einaferð út við beinleiðis ítróttarfrásagnum. Sagt verður frá einum flogbóltsdysti og tveimum hondbóltsdystum.

 

Klokkan 13 sigur Hilmar Jan Hansen frá dystinum í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti millum Fleyr og Mjølnir. Dysturin verður spældur í høllini á Hálsi í Havn.

 

Klokkan 14 kemur Tróndur Arge inn úr Vestmanna, og hann fer at siga frá oddadystinum í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum millum VÍF og Neistan, ið bæði hava tvey stig aftaná eitt umfar í kappingini.

 

Klokkan 16 sigur Sjúrður H. Hoydal frá oddadystinum í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum millum H71 og KÍF í Hoyvíkshøllini. Bæði liðini hava eitt stig aftaná eitt umfar í kappingini.

 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Samrøður við umboð fyri Fleyr, Mjølnir, VÍF, Neistan, H71 og KÍF koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.