Flogbóltur
Flogbóltssambandið sendi sunukvøldið skriv til Fleyr og ÍF, har greitt verður frá, at dysturin, sum varð leikur millum feløgini hin 18. november.
ÍF vann dystin 3-1, men Fleyr gjørdi alt fyri eitt greitt, at tær ætlaðu sær at kæra dystin. Hetta tí fleiri feilir vórðu framdir í fjórða settinum.
Kæran hjá Fleyr bygdi á trý høvuðspunkt. Tey søgdu ÍF hava framt rotatiónsfeil í fjórða settinum, uttan at dómarin hevði revsað fuglfirðingar eftir teimum ásetingum, sum lógarteksturin fyriskrivar. Eisini kærdi Fleyr um, at ÍF í sama setti hevði tikið sítt triðja time-out, og at enda varð kært um, at ÍF í sama time-out?i framdi eina útskifting, uttan at henda varð skrásett.
Viðhald í einum petti
Í skrivinum til Fleyr og ÍF sigur flogbóltssambandið, at Fleyr hevur fingið viðhald í fyrsta pettinum í kæruni.
Tá Fleyr gjørdi vart við, at ÍF hevði framt rotatiónsfeil, var støðan 22-22. Dómarin tók tá eitt stig frá ÍF og gav Fleyr eitt, so støðan gjørdist 23-21. Tað kundi tó staðfestast, at skeivi leikari tá longu hevði servað tríggjar bóltar, og áttu dómararnir tí at broytt støðuna til 23-19 til Fleyr.
Viðvíkjandi hinum báðum pettunum í kæruni, so hevur Flogbóltssambandið víst á, at tey ikki meta hesi vera orsøk til at áseta nýggjan dyst. Sagt verður, at í báðum førum er talan um metingar frá dómaranum, og at grundalag ikki er fyri at broyta hesa.
Viðhald í einum av ákærupunktunum var tó nóg mikið fyri Fleyr, og tískil verður nýggjur ætlandi ásettur. Í hevur tó møguleika kæra avgerðina, og skal hetta tá verða gjørt innan tvey samdøgur eftir, at felagið er kunnað um avgerðina.