Fleyr b hevði ongan kjans móti TB a

Flogbóltur, kvinnur: Tvørákvinnur vóru norðanfjørðs um vikuskiftið og leiktu móti Fleyr b og Mjølnir. Fyrri dysturin gekk væl. Tær vunnu tryggan 3-0 sigur á Fleyr b

FLEYR B-TB A 0-3 (11-15, 6-15, 5-15)


Fleyr b hevði vitjan av Tvøroyri leygardagin. TB a var á vitjan og tær gjørdu ikki mætari enn at vinna 3-0 á Fleyr b, sum einans í fyrsta settið góvu tvørákvinnum líkinda mótstøðu.

Vit hava fyrr nevnt í blaðnum, at a-liðið hjá TB er bæði ungt og sera gott, og tað má geva teimum góðar vónir um framtíðina. TB a hevur eitt gott álop og tær sláa hart og neyvt. Fleyr b hevur hinvegin trupulleikar av at fáa spælið at hanga saman og tað ger tað ikki lættari tá ein spælir móti so góðum liðið sum TB a.

Fyrsta sett var javnari enn tey bæði seinnu og endaði við at TB a vann 15-11.

Í øðrum og triðja settið kom styrkismunurin av álvara til sjóndar, og tey vann TB a ávikavist 15-6 og 15-5.

TB a liggur í løtuni á fjórða plássi og kann í dystunum, sum eftir eru tryggja sær bronsu ella silvurheiðursmerkini um alt gongur teimum eftir vild.