Flestu skilja, at Norðskálatunnilin er stongdur

Herfyri reisti Sosialurin spurningin, um Norðskálatunnilin ikki er ein bølamyrk deyðsfella. Stutt eftir segði sýslumaðurin í Eysturoy, Kristian M. Joensen, at viðurskiftini í tunnlinum vóru lívshættislig.
<DPTAB>    Nú er tunnilin stongdur fyri vanligari bilaferðslu, og farleiðin hjá eysturoyingum, sum búgva eystanfyri tunnilin, er einar 25 km. longri.
<DPTAB>    - Men tað er eingin ?telefonstormur? her hjá okkum, sigur landsverkfrøðingurin, Oyvind Brimnes.

Ferðsla

Í Sosialinum herfyri reistu vit spurningin, hví Norðskálatunnilin er so vátur og myrkur. Navngivin lesari, Jóannes S. Hansen, spurdi, um hetta hevði nakað við SEV-boringarnar beint omanfyri at gera, men hesum avvísti Dánjal Syderbø hjá landsverkfrøðinginum. Hann vísti á, at orsøkin til nógvu vætuna er, at flestu pláturnar undir loftinum, sum leiða vatnið út í vegjagaran, eru tiknar niður og verða skiftar út. Tí rennur vatnið niður á breytina og ger, at tunnilin verður so vátur og myrkur at koyra ígjøgnum.
Í greinini reistu vit eisini spurningin, um Norðskálatunnilin er ein bølamyrk deyðsfella.


Hættisligur

Og ikki mundi hesin spurningur vera av leið, tí einar 14 dagar seinni sigur sýslumaðurin í Eysturoy, Kristian M. Joensen, at Norðskálatunnlin er hættisligur at koyra ígjøgnum.
Hann heitti tí á landsverkfrøðingin um at syrgja at fáa ?lívshættisligu ferðsluviðurskiftini í Norðskálatunnlinum í lagi?.
- Landsverkfrøðingurin hevur lovað at gera okkurt, so ferðsluviðurskiftini fáast í lagi og gerast trygg, nú arbeitt verður í tunlinum. Vit fara at fylgja við, hvussu stendur til, og verður ferðslan ikki avgreidd á tryggan hátt, mugu vit umhugsa at seta tiltøk í verk. Ljóssignalini skulu virka eftir ætlan, og uppmerkingin við skeltum skal eisini vera í lagi, segði sýslumaðurin.
Ringastu ferðslutrupulleikarnir í tunnlinum standast av, at landsverkfrøðingurin er í ferð við at spreingja vendipláss út í tunnilsveggin, og meðan tað verður gjørt, er bara koyrandi eftir aðrari breytini.


Um Eiðisskarð

Men landsverkfrøðingurin hevur nú tikið avleiðingarnar av vánaligu umstøðunum, sum verið hava í tunnlinum seinastu tíðina og hevur boðað frá, at tunnilin bert er opin fyri tungari ferðslu, lastbilum, trailarum og bussum, frá kl. 7 á morgni til 22 á kvøldi. Tunnilin er stongdur fyri aðari bilaferðslu og víst verður til vegin um Eiðisskarð. Eftir kl. 22 og til kl. 7 er tunnilin stongdur fyri allari ferðslu.
Landsverkfrøðingurin hevur boðað frá, at tunnilin helst verður stongdur í eina til tvær vikur ? ella so leingi koyrandi bara er eftir tí eini breytini í einum parti av tunnlinum.
Kristian M. Joensen, sýslurmaður, sigur, at tað var landsverkfrøðingurin, sum tók avgerðina um at steingja tunnilin fyri vanligari bilaferðslu.
Fólk grenja, tí vegurin um Eiðisskarð er er einar 25 km. longri, men tey flestu, sum vita, hvussu umstøðurnar seinastu dagarnar vóru í tunnlinum, munnu skilja, at hetta var tað einasta rætta. Tó vilja tað altíð vera nøkur, sum ikki skilja ella vilja skilja, at neyðugt var hjá landsverkfrøðinginum at taka avleiðingarnar av vánaligu umstøðunum og steingja tunnilin.


Eitt njótilsi

Tað er summar og eingin hálka ella vindur er at hugsa um, og setir tú tær ein hálvan tíma eyka av til túrin, kann leiðin um Eiðisskarð saktans vera eitt njótilsi ein góðveðursdag.
Tey, sum regluliga koyra í Norðskálatunnlinum, kunnu bert vóna, at arbeiði, sum nú verður gjørt, gongur væl, og at viðurskiftini í tunnlinum verða munandi betri, tá ið hann letur uppaftur.
Landsverkfrøðingurin, Oyvind Brimnes, vísir á, at ferðandi úr Eysturoy hava tvær farleiðir, tá ið tey skulu til Havnar og heimaftur, tí umframt leiðina um Eiðisskarð, siglir gamla Ternan eisini millum Skálafjørðin og Havnina.
- Eg haldi, at flestu skilja okkara avgerð, og her hevur eingin ?telefonstormur?
verið, síðan vit stongdu Norðskálatunnilin fyri vanligari bilaferðslu, sigur landsverkfrøðingurin.