Flensburg bíðar um Sävehof vinnur á Hannover-Burgdorf

26. mars spælir liðið hjá Óla Mittún fyrru áttandapartsfinaluna í EHF European League

Tað liggur nú fast nær Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof skulu spæla áttandapartsfinalur í EHF European League.

 

Fyrri dysturin móti bundesligaliðnum, Hannover-Burgdorf verður leiktur á útivølli týskvøldið 26. mars, og heimadysturin verður leiktur í Partille, týskvøldið 2. apríl.

 

Samlaði vinnarin møtir liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt í fjorðingsfinalunum. Vinnarin í fjórðingsfinalunum vinnur seg til Final Four í Hamburg, sum verður leikt 25. og 26. mai.

 

Um Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vinna á sveisiska liðnum, Kadetten í áttandapartsfinalunum, so møta teir franska liðnum, Nantes í fjórðingsfinalunum

 

Füchse Berlin spælir á útivølli í Sveis móti Kadetten, týskvøldið 26. mars, og á heimavølli í Max Schmelling høllini, týskvøldið 2. apríl.

 

##med2##