Fleiri uppsjóvarskip landa í Fuglafirði

Seinnapartin í dag byrjaðu teir at landa Christian í Grótinum, og í morgin kemur Tummas T.

Miðskeiðis í síðstu viku landaðu trý svartkjaftaskip dag um dag stívliga 7.000 tons í Fuglafirði, og júst farna vikuskiftið landaðu aftur fleiri skip í Fuglafirði.

 

Havsbrún veit at siga, at Slættaberg landaði umleið 700 tons, Jupiter umleið 1500, og Fagraberg var eisini inni við umleið 1500 tonsum.

 

- Seinnapartin í dag byrjaðu teir at landa Christian í Grótinum. Teir hava umleið 600 tons, og í morgin kemur Tummas T. við umleið 1500 tonsum av hvítingsbróður.

 

Á Havsbrún vita tey at siga, at veiðan hjá øllum skipunum var svartkjaftur, undantikið veiðan hjá Tummasi T., ið sum nevnt var hvítingsbróður.