Fleiri tiltøk kunnnu koma í USA

Amerikanski tjóðbankin er til reiðar við fleiri tiltøkum, um útlitini fyri landsins búskapi versna. Tað segði tjóðbankastjórin, Ben Bernanke, í dag. Tað ikki greitt, hvørji tiltøk kunnu koma upp á tal, men virðisbrævakeyp í stórum tali er eitt av hugskotunum, skrivar BBC.

Hóast amerikanski tjóðbankin hevur longu koyrt fleiri hundrað milliardir dollarar inn í búskapin og lækkað rentuna niður ígjøgnum, tekur tað longri tíð enn væntað at fáa gongd á búskapin.

Kortini hevur Ben Bernanke góðar vónir um, at ferð kemur á amerikanska búskapin næsta ár.