Fleiri takka nei til Liverpool

Ein fyri og annar eftir hava venjarar takka nei til møguleikan at venja Liverpool, sum í seinastu viku koyrdi Kenny Dalglish frá.

 

Fyrstur at melda frá var Swansea venjarin, Brendan Rodgers. Síðani kom venjarin hjá Dortmund, Jurgen Klopp, við somu boðum. Seinastu venjararnir, ið hava meldað frá eru Frank De Boer og Didier Dechamps, sum eru venjarar hjá ávíkavist Ajax og Marseille. Allir siga seg hava tað gott feløgunum teir eru nú.

 

Eina løtu sá út til at Roberto Martinez, venjari hjá Wigan, stóð fremst í køini til at taka yvir á Anfield. Síðani eru nøvn sum Andre Villas-Boas, Fabio Capello, Michael Laudrup, Rafael Benitez og Frank Rijkaard sett í samband við starvið.

 

Fenway Sports Group, ið eigur og rekur Liverpool, valdi í síðstu viku at koyra Kenny Dalglish frá. Liverpool endaði í ár nummar átta í Premier League, vann Carling Cup og kom í finaluna í FA Cup, men tapti fyri Chelsea.

 

Fleiri av dýru keypinum hava ikki sligið til ár. Millum teirra eru Stewart Downing, Andy Carroll, Jordan Henderson og Charlie Adam.

 

Veddingarfyritøkurnar hava Roberto Martinez og Andre Villas-Boas sum favorittar at taka yvir.