Útlendskir tíðindamiðlar vita at siga, at fleiri spreingingar hava verið í kvøld við kjarnorkuverkið Zaporizjzja har suðuri í Ukraina.
Tað var í mars, at russar hertóku verkið, og nú hava 42 lond heitt á Russland um at lata ukrainum kjarnorkuverkið aftur.
Zaporizjzja er sambært útlendskum miðlum størsta kjarnorkuverk í Evropa, og stúrt verður fyri, at kríggið fer at gera enda á verkinum.
Russland leggur Ukraina undir at skjóta eftir verkinum, og ukrainar siga, at russar brúka verkið sum støð í krígnum ímóti ukrainska fólkinum.
Vladimir Rogov, sum umboðar russiska hersetingarvaldið í økinum, skrivar á Telegram, at einar 25 granatir eru skotnar nær kjarnorkuverkinum í dag.
Dmytro Orlov, sum er ukrainski borgarstjórin í býnum Enerhodar, har verkið liggur, sigur, at spreingingarnar í kvøld hoyrdust í býnum.
Ukraina og Russland skuldseta hvørt annað fyri at standa aftan fyri atgerðirnar, og Ukraina skuldsetir Russland fyri at reka "kjarnufysiskt terror", sum tey rópa tað.
NTB veit at siga, at serfrøðingar hjá IAEA (International Atomic Energy Agency) skulu kanna verkið, men ST, Russland og Ukraina eru ikki samd um eina slíka vitjan.