Fleiri sparkivøllir í Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommuna hevur gjørt fleiri smáar sparkivøllir ymsastaðni í kommununi.

Eitt nú er ein vøllur gjørdur uttan fyri skúlan á Hvítanesi. Ein er á Signabø, ein á Argjum og sjey eru gjørdir í Havn. Vøllirnir eru ymiskir til støddar, frá 180 upp til knappar 700 fermetrar, og vøllurin á Hvítanesi er millum teir smærru. Eisini kann væntast, at onkur vøllur kemur afturat á komandi fíggjarlóg. Tað er Tórshavnar kommuna sjálv, sum hevur keypt og gjørt hesar vøllirnar. Talan er ikki um teir sonevndu UEFA vøllirnar, sigur Tóri í Hoyvík, býargartnari.