Í Hormussundinum eru fleiri skip rakt av skotum í morgun, og umborð á tí eina skipinum eru trý sjófólk saknað.
Í Iran sigur kollveltingarhirðin seg hava sett í gongd mest intensa og máttmiklasta átakið, síðan Ísrael og USA lupu á landið.
Hetta skrivaðu almennir iranskir miðlar í nátt.
Álopini eru í fyrsta lagi vend móti málum í Ísrael, har loftávaring hevur verið fleiri ferðir - og móti amerikanskum støðum í Miðeystri.
- Vit fara at halda fram við álopum við neyvleika og styrki, og vit fara at krevja, at fíggindin púrasta yvirgevur seg.
Hetta sigur kollveltingarhirðin í Iran í einari útsøgn, sum CNN endurgevur.
Fyrrapartin í dag sigur eisini talsfólk fyri iranska herin, at nú eru bankar og fíggjarstovnar í Miðeystri, sum hava tilknýti til Ísrael og USA, nýggj mál hjá Iran.
Talsfólkið sigur, at í nátt lupu USA og Ísrael á ein banka í Iran.
- Við hesi ólógligu krígsatsókn gevur fíggindin okkum møguleikan at leypa á fíggjarstovnar og bankar, sum USA og Ísrael eiga, sigur talsfólkið.
Lagt verður aftrat, at eitt stórt tal av bankum í heiminum á ein ella annan hátt hava tilknýti til USA.
Í morgun boðar United Kingdom Maritime Trade Operations (UKMTO) frá fleiri hendingum í Hormussundinum, har skip eru rakt av skotum - ella projektilum, sum sagt verður.
Reuters veit at siga, at eldur er í einum av skipunum, og myndugleikarnir í Thailandi siga, at teir hjálpa einum av skipunum, sum er rakt í iranskum álopi.
- 20 av manningini eru bjargaðir, men trý fólk eru framvegis saknað, sambært flutningsmálaráðnum í Thailandi.
Sum skilst, starvaðist teir av manningini, sum nú eru saknaðir, í maskinrúminum á skipinum, har eldur kom í, tá skipið varð rakt.
##med2##











