Eg skrivaði fyrr í vikuni, at almenna byggimálsviðgerðin tekur alt ov langa tíð. Hetta er ein
partur av trupulleikanum á bústaðarmarknaðinum. Ein annar er at fáa fleiri bústaðareindir
bygdar – og tað skjótt. Men hvussu gera vit tað?
Mínar royndir í kommunalpolitikki siga mær, at teir privatu íleggjararnir standa í kø fyri at fáa
lendi frá kommununum at byggja íbúðir á. Tí eigur almenna bústaðafelagið, Bústaðir, í størri
mun at leggja dent á alternativar bústaðir, sum eldraíbúðir og lestraríbúðir, heldur enn at
byggja vanligar íbúðareindir.
Fleiri lestraríbúðir hjálpa lesandi at fáa tak yvir høvdið og skapa harvið eitt betri trivnaðar- og
lestrarumhvørvi. Fleiri eldraíbúðir fara hinvegin at gera, at eldri borgarar selja síni hús. Tað
hevði økt enn meira um útboðið á bústaðarmarknaðinum.
Haraftrat kundi Løgtingið sett greiðari karmar fyri, hvussu føroysku pensjónsgrunnarnir renta
sær sínar pengar. Pensjónsgrunnarnir ráða yvir kapitali fyri fleiri milliardir krónur, og ein
størri partur av hesum kundi verið brúktur til íløgur í bygging av fastognum í Føroyum.
Eitt gott dømi er nýggi íbúðarbygningurin í Klaksvík, sum tryggingarfelagið Lív hevur latið
bygt og fíggjað við eftirlønaruppsparingum í Lív. Bygningurin verður bygdur í løtuni og
fevnir um 31 leiguíbúðir.
Slíkar íløgur eru ein munagóður máti at fáa fleiri bústaðareindir skjótt út á marknaðin. Verður
eggjað meira til, at pensjónsgrunnarnir gera fleiri íløgur innanlands, kunnu vit skjótt koma
ógvuliga langt. Hetta vil eg arbeiða fyri, um eg verði valdur!
Góði veljari – vel ein Hermann.
X við B
Hermann R. Samuelsen
Valevni fyri Sambandsflokkin










