Samferðslumálaráðið og Tórshavnar kommuna nú gjørt avtalu um innkomuvegin til Tórshavn
Tað vóru Henrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum í dag skrivaðu undir eina avtalu um innkomuvegin til Tórshavn.
Hetta er eitt mál, partarnir hava stríðst um í nógv ár, men nú er tað so loksins loyst.
Innkomuvegurin, byrjar við Skarðshjalla og gongur í eina nýggja rundkoyring við Hvítanesvegin, oman fyri munnan til Eysturoyartunnilin, og síðani norður um Havnina og í Oyggjarvegin.
Partarnir hava avtalað, hvørji vegastrekki, íbindingar og flættingar, ið ávikavist landið og kommunan varða av, og grót frá undirsjóvartunlinum fer í størst møguligan mun at verða nýtt til vegagerðirnar.
Norðan fyri innkomuvegin fer kommunan at leggja ein veg við tilfari frá undirsjóvartunlinum, og hesin vegurin skal hava samband við landsvegin.
Flatarvegurin og Sundsvegurin verða lagdir undir tær báðar brýrnar, ið eru gjørdar til endamálið. Kommunan ger vegirnar, og landið ger íbindingina ella flættingina til landsvegin.
Landið ger eisini allar aðrar neyðugar íbindingar ella flættingar í landsveg.
- Tá ið ferðslutrýstið ger tað neyðugt, verður ein tunnil gjørdur frá Villingardalsvegnum og vestur eftir til Oyggjarvegin.
Landið og Tórshavnar kommuna fíggja tunnilin helvt um helvt, og tunnilin verður landsvegur, tá ið hann er liðugur.
Og so skal viðmerkjast, at alt skal vera liðugt, tá ið Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu, stendur í avtaluni.