Í fólkateljingini hjá Manntali vóru øll yvir 15 ár vóru spurd hvørjar, kristnar kirkjur, fríkirkjur ella samkomubólkar tey høvdu tilknýti til.
Tá hugt verður eftir talvunum til henda spurningin er vert at hava í huga, at tey sum svaraðu, kundu velja øll svar, sum passaðu. Hetta merkir, at talið á svarum er størri enn talið á persónsum, sum hava svarað.
34.438 valdu at svara spurninginum, og í alt vóru 44.166 krossar settir.
Av teimum sum svaraðu sæst, at eitt sindur fleiri kvinnur enn menn hava meiri enn samkomutilknýti, og at tað eisini eru fleiri kvinnur enn menn, sum eru knýtt at samkomum nærri fólkakirkjuni. Av teimum, sum svaraðu spurninginum vóru fleiri menn enn kvinnur.
Munur er úr sýslu til sýslu, hvussu stórar tær ymsu samkomurnar eru. Í Norðoyggjum siga 44% seg hava tilknýti til fólkakirkjuni og 27% svara, at tey hava tilknýtið til Brøðrasamkomuna. Samstundis sæst at í Norðoyggum og Eysturoy er størstu partarnir, sum hava tilknýtið til meira enn eina samkomu.
Norðstreymoy sær út til at vera mest einháttaða sýslan. 75% siga seg hava tilknýtið til fólkakirkjuna og allir hinir svarmøguleikarnir eru lágir.
Í Vágum eru 10%, sum svara, at tey hava tilknýti til samkomur nærri fólkakirkjuni og eisini 10%, sum svara, at tey hava meiri enn eitt samkomutilknýti. Samstundis sæst, at í Vágum eru fæst sum svara, at tey eru tilknýtt brøðrasamkomuni.