Fleiri lótu lív tá lyfta koppaði í Svøríki

Svenskir miðlar skriva, at lyftan datt umleið 20 metrar, áðrenn hon rakkin vøllin.

Svensku miðlarnir, Expressen og Aftonbladet, vita seinnapartin í dag at siga, at fleiri fólk eru deyð í einari arbeiðsvanlukku í Svøríki.

 

Talan er um eina lyftivanlukku á einum byggiplássi í Sundbyberg.

 

Sundbyberg kommuna er hin minsta í ferkilometrum í Svøríki, og hon liggur í Stokkhólm-økinum.

 

Svensku miðlarnir skriva, at lyftan datt umleið 20 metrar, áðrenn hon rakti vøllin. Sagt verður, at í minsta lagi fýra fólk vóru í lyftini, tá vanlukkan hendi.

 

Sum skilst, fór hendingin fram fyrrapartin í morgun, men tað var ikki fyrr enn seinnapartin, at miðlarnir vistu at siga, at fleiri høvdu latið lív í vanlukkuni.