Fleiri línuskip landa í næstu viku

Mánadagin koma eitt ella tvey línuskip inn at landa. Eitt skip kemur undan Føroyum og eitt av Flemish Kap.

- Mánadagin koma eitt ella tvey línuskip inn at landa. Eitt skip kemur undan Føroyum og eitt av Flemish Kap.

 

Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga í dag.

 

In.fo kann leggja aftrat, at línuskipið, sum kemur av Flemish Kap, er ísfiskaskipið Váðasteinur, sum væntandi er fullur undir lúkurnar.

 

- Skipið undan Føroyum hevur mest at toski og hýsu, og skipið av Flemish Kap hevur bara tosk.

 

Lagt verður aftrat, at seinni í vikuni koma helst fleiri línuskip inn at landa.

 

- Hesi skip hava mest av toski og hýsu og so nakað av brosmu og longu.

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at streymurin verður hampiligur í næstu viku, og verðrið verður kanska eisini brúkiligt.

 

- So, helst verður nakað av útróðri. Útróðrarbátarnir fiska so at siga bara tosk og hýsu, sigur marknaðurin.