Fleiri línuskip koma inn at landa

Fleiri línuskip koma inn at landa í vikuni sum kemur. Skip koma bæði undan Íslandi og Føroyum.

- Fleiri línuskip koma inn at landa í vikuni sum kemur. Skip koma bæði undan Íslandi og Føroyum.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at skipini undan Íslandi hava eina blanding av toski, hýsu, brosmu og longu. Skipini undan Føroyum hava mest av toski og hýsu og nakað av longu.

 

- Eini tvey ella trý skip koma inn at landa mánadagin, og hini koma miðskeiðis og síðst í vikuni.

 

Lagt verður aftrat, at streymurin harðnar, og veðrið verður ikki av tí besta. Tí verður ikki roknað við so nógvum útróðri. Útróðrarbátarnir fáa bara tosk og hýsu.