Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri línuskip koma inn at landa hesa vikuna. Flestu skipini koma av Flemish Kap, og veiðan er mest toskur.
- Vit vænta eisini tvey línuskip av Íslandsrygginum, og tey koma inn at landa seinnapartin av vikuni. Eisini hjá hesum báðum skipunum er veiðan mest toskur.
Tvey línuskip hava eisini roynt á djúpum vatni norðan fyri Føroyar, og tey hava mest av svartkalva, blálongu og brosmu.
- Fýra línuskip fóru nýggjan túr í undanfarnu viku. Tvey eru farin til Íslands, og tvey eru á føroyska landgrunninum, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.