Fleiri línuskip hava landað í Klaksvík hesa vikuna, og mánadagin koma eisini tvey skip inn at landa
Grani, Fugltúgvan og Polarstjørnan hava landað í dag. Teir høvdu millum 50.000 og 70.000 pund hvør.
Í gjár vóru eisini trý línuskip inni; Froya hevði 70.000, Ågot 71.000 og Klakkur 93.000 pund.
Sagt verður av Landingarmiðstøðini í Klaksvík, at øll línuskipini hava roynt undir Føroyum, og at ein stórur helmingur av veiðini er toskur.
Mánadagin koma línuskipini Helena og Kvikkur inn at landa. Skipini fiska enn, og tí er ilt at siga, hvat tey fara at hava inni mánadagin.