- Fimm línuskip fiska longu og brosmu. Eitt kemur inn at landa mánadagin, og hini koma væntandi síðst í vikuni sum kemur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at trý línuskip fiska tosk, svartkalva og so nakað av blálongu og lira. Tey koma helst eisini at landa síðst í næstu viku.
- Nøkur línuskip liggja við bryggju, men tey fara væntandi út aftur í næstum, tí bæði veður og streymur verða til vildar í næstu viku.
Lagt verður aftrat, at eitt frystilínuskip er undir Føroyum, og eitt fiskar í grønlendskum sjógvi.
Útlitini til útróður eru góð fyri næstu viku. Streymurin verður brúkiligur, og líkt er til, at veðrið verður á einari leið. Tí verður eisini roknað við nøkrum útróðrardøgum.