Samfelagið er nógv broytt seinastu árini, og er tørvurin á fakligari vitan innan arbeiði við børnum størri nú enn nakrantíð áður. Staðfestingarnar í PISA kanningini vóru, at føroysk børn eru fakliga illa fyri í mun til børn í øðrum londum. Sjálvandi kunnu nógvir spurningar setast við PISA kanningina, men tó gevur kanningin eina ábending um, at alt er ikki, sum tað skal verða í okkara lítla landi.
Dagstovnaøkið hevur ikki havt høga raðfesting, og er hetta møguliga ein av mongu orsøkunum til keðiliga úrslitið. Hyggja vit eftir talinum av útbúnum námsfrøðingum sæst, at umleið 300 námsfrøðingar mangla á dagstovnaøkinum, fyri á ásetingarnar í dagstovnalógini eru fylgdar. Stóri tørvurin á námsfrøðingum ger arbeiðið hjá verandi námsfrøðingum munandi tyngri, tí fakliga vitanin er á so fáum herðum.
Samstundis sum vit vita um stóra trotið á útbúnum fakfólki, eru onnur viðurskifti, ið gera seg galdandi. Síðan Dagstovnalógin kom í gildi í 2000 eru alamt fleiri krøv løgd útá dagstovnaøkið og harvið eisini á námsfrøðingarnar og starvsfólkið, ið starvast har. T.d kann nevnast, at stovnarnir fingu ábyrgd av børnum við serligum tørvi í 2005, menningarætlanir skuldu fremjast í 2006 og í 2009 kemur so aftur krav um námsætlanir. Alt hetta eru viðurskifti, ið seta krøv um eina fakligari vitan. Og við manglandi fakfólkunum er tað sjálsagt, at ábyrgdin í stóran mun kemur at liggja á teimum fáa, sum framvegis tíma at starvast á dagstovnaøkinum.
Til seinastu sáttmálasamráðingar nýtti Føroya pedagogfelag nógva tíð og orku fyri at fáa arbeiðsgevararnar at skilja, at starvsfólkini máttu hava nógv meira tíð at fyrireika tað pedagogiska arbeiðið. Men hetta var ikki nakað, sum fall í góða jørð hjá arbeiðsgevararnum. Hetta er eitt krav, sum limir okkara hava eftirlýst í fleiri ár.
Tað sigur seg sjálvt, at um tú fært fleiri uppgávur, uppgávur ið krevja, at tú ert væl fyrireikaður og hevur eina fakliga vitan, so má meir tíð setast av til at loysa hesar uppgávur. Sum er, hava hesi øktu krøvini IKKI virkað fyri , at starvsfólkið fær betri stundir at loysa uppgávurnar, men bert at tey skulu renna skjótari. Minni tíð verður til børnini – og tað er neyvan ein ynskilig støða. Hetta ber ikki til!
Føroya Pedagogfelag kann ikki liva við, at limirnir fáa fleiri uppgávur, og at tað hvørki sæst aftur á lønini ella á arbeiðstíðini. Námsfrøðingar trívast verri og verri í teirra størvum og um gongdin heldur áfram, sum hon ger í løtuni, kann hetta fáa tær álvarsomu fylgjur, at munandi færri fakfólk starvast á dagstovnaøkinum.
Færri fakfólk merkir, at góðskan gerst verri og tískil fara okkara børn at klára seg verri í framtíðini. Spurningurin er, um kommunurnar eru førar fyri at lyfta ta stóru ábyrgd, sum er, at børn okkara fáa so góða byrjan á lívsleiðini sum møguligt. Tað er ikki peningur sum manglar, men viljin at raðfesta.










