Fleiri klagur enn í fjør

Løgtingsins umboðsmaður fekk 20 prosent fleiri klagur í fjør enn í 2013 og avgreiddi nærum allar, stendur í ársfrágreiðingini.

Í dag handaði løgtingsins umboðsmaður formansskapinum í Løgtinginum ársfrágreiðing sína. Í henni sæst millum annað, at umboðsmaðurin fekk 79 klagur fleiri í 2014 enn árið fyri, sum er ein øking við umleið 20 prosentum.

 

Løgtingsins umboðsmaður avgreiddi 66 av innkomnu klagunum, umframt tíggju í lógu á láni frá árinum fyri.

 

Ein lógaráseting í 2014 slóðaði fyri, at løgtingsins umboðsmaður nú skal tryggja og hava eftirlit við íverksetanini av ST-Barnasáttmálan, sum skal tryggja rættindini hjá børnum. Børn hava nú fingið møguleikan at klaga til umboðsmannin, um tey halda seg vera skeivt viðfarin, og tí er ein nýggj heimasíða sett á stovn undir løgtingsins umboðsmanni, www.bum.fo, ið beinleiðis vendir sær til børn og ung.

 

Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt ímóti einstaka borgaranum.

 

Ein og hvør kann klaga til umboðsmannin og tað er ókeypis.

 

Sólja í Ólavsstovu røkir embætið sum løgtingsins umboðsmaður.