Fleiri íslendingar

Íslendska fólkatalið veksur og er nú komið upp um 327.000.

Íslendingar vóru 700 fleiri seinasta mánaðarskiftið enn tríggjar mánaðir frammanundan, og harvið gjørdust teir 327.050 í tali.

 

Vøksturin komst av, at talið á nýføddum borgarum var munandi størri enn talið á teimum, sum fóru hiðani. 1.050 børn komu í heimin í øðrum ársfjórðingi, og 480 fólk doyðu. Harafturat gjørdi tað eisini mun, at 130 fólk fleiri fluttu til Íslands enn av landinum. Best umtókta landið at flyta til er framvgis Noreg.

 

Eins og hjá okkum eru menninir betri umboðaðir í íslendska fólkatalinum enn kvinnurnar. Nú eru 164.130 menn og 162.920 kvinnur.

 

Næstan 24.000 av teimum, sum búgva í Íslandi, eru útlendskir ríkisborgarar.