Fleiri hópgravir í Meksiko

Í Meksiko hava myndugleikarnir funnið ellivu lík í fimm gravum í landspartinum Sinaloa, sum er í útnyrðingspartinum av landinum. Talan er um níggju menn og tvær kvinnur. Ein embætismaður hjá ákæruvaldinum sigur, at løgreglan fekk eina ábending um gravirnar, og eftir at hava leitað tíggju tímar komu løgreglumenninir fram á tær.

Fyrr hevur meksikanska løgreglan funnið 116 lík í hópgravum í landspartinumTamaulipas, sum er í landnyrðingspartinum av landinum.

Løgreglan heldur, at rúsevnaharkaliðið Los Zetas hevur myrt fólkini og jarðað tey.