Edmund Joensen verur ikki einasti tingmaður í samgonguni, sum sleppur at taka sær rætt til at leggja uppskot fyri Løgtingið í sjálvdrátti.
Tað staðfestir samgongufelagi hansara, Jóvan við Keldu.
Hann sigur hóast hann ikki er sinnaður at slíta eina samgongu upp á eitt mál, sum hetta, sigur hann, at hetta kann saktans verða endin á samstarvinum ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.
- Eg vænti ikki, at samgongan slitnar akkurát upp á hetta málið, men hetta málið kann gera samstarvið so óliviligt, at hon slitkar kortini um eina tíð.
Fólkaflokstingmaðurin úr Klaksvík heldur ikki, at tað hevði hent nakra aðra staðni, at ein einstakur samgongutinglimur hevði lagt eitt uppskot fram í sjálvdrátti, uttan vælsignilsi frá samgonguni.
- Ein samgonga er ein avtala, sum einstakir tinglimir kunnu skúgva til viks, tá ið tað passar teimum.
Sostatt er løgtingsformaðurin í hesum føri farin út um alt mark, leggur Jógvan við Keldu afturat.
Og fara aðrir tinglimir at gera honum eftir, er ikki til at siga, hvat endin verður.
Eitt nú sær hann fyri sær, at tað hendir, at partar av samgonguni og andstøða finna saman um at samtykkja nakrar yvirtøkur, sum undirtøka annars ikki er fyri í samgonguni, heldur Jógvan við Keldu.
- Nú er tann ventilurin skrúvaður frá, leggur hann afturat.