Fleiri fátækar familjur bóðu um mat til jóla

Tey, ið bera matin út síggja tørvin

Fyri fimm mánaðum síðani stovnaði Arnhild Maria Poulsen bólk á Facebook við tí endamáli at hjálpa familjum, sum ikki eiga nokk av peningi til mat.

 

 

Les eisini:Arnhild koyrir mat út til barnafamiljur

 

 

Hon greiðir frá, at hon hevur merkt, at tørvurin á hjálp er størri tíðina fyri jól enn restina av árinum, men fólk vilja eisini fegin hjálpa hesa tíðina.

 

 

–Tað er heilt víst munur á í desember mánaði og hinum mánaðunum í árinum. Seinastu dagarnar hava fleiri fólk skrivað til mín, tí tey vilja fegin lata dunnu, gás, ræst kjøt, ræstan fisk og fleskasteik. Ein familja hevur nógvan seyð. Tey komu við øllum seyðarhøvdunum og røstum kjøti. Eisini hevur ein av mammunum, sum fær mat, bakað smákøkur til hinar familjurnar. Eg var slett ikki fyrireikað til, at tað fór at verða meira at gera fyri jól, og havi ikki tal á, hvussu nógv tað er enn, sigur hon.

 


–Næsta ár tá jólini koma, havi eg vónandi tvær eyka frystiboksir og eri betri fyrireikað, sigur hon.

 


Eisini vónar hon, at hon onkursvegna fær eitt høli at brúka við høvuðsvegin, sum kann lætta um innsavningina og útkoyringina av mati.

 

 

Les eisini: Á leið 30 familjur fáa mat gjøgnum bólk á Facebook

 

 

– Eg búgvi í Oyndarfirði, og her kann vera óhugnaligt veður, og Frida Meinertsdóttir Reyná, sum eisini hjálpir við arbeiðinum, býr í Elduvík. Vit hava roynt at fingið eitt hús, hjall ella seyðahús við elektrisiteti fram við høvuðsvegnum, har vit kunnu savna matin saman. Tað skal ikki vera tætt við onnur hús, tí fólk skammast og dáma ikki, at mann sær at tey koma eftir mati, sigur hon.

 

 

Hon greiðir frá, at umframt eitt høli til matin, so hevði hon kunnað hugsað sær ein betri vørubil, sum hevði meira pláss til matin, sum skal koyrast út. Sum nú er, brúkar hon sín egna persónbil, sum er í minna lagi.

 

 

Ongin ivi er tó um, at  Arnhild Maria Poulsen ætlar at halda áfram við arbeiðinum, hóast tað fer við nógvari tíð og orku. Hon greiðir frá, at av tí at hon hevur nógva pínu, so fær hon ikki tikið eitthvørt arbeiði, og tað er umráðandi hjá henni, at hon hevur okkurt at gera.
Hon gloymir ikki reaktiónirnar hon fær, tá hon kemur við mati til familjur, sum ikki vita sær ráð og ikki hava nokk til dagin.

 

 

– Einaferð fingu vit eitt tipp um, at ein mamma stóð illa í tí, og vit fara framvið hjá henni, uttan at hon hevði sett seg í samband við okkum. Tá vit koma við matinum, standa bæði vaksin og øll fýra børnini á trappuni og gráta, tí tey eru so fegin um matin, tey júst hava fingið, sigur hon álvarsom.