Fleiri enn Mósebøkurnar

Fyristøðumaðurin í samkomuni Rhema í Havn hevur givið út sættu bók sína við andaligum innihaldið. Hendan bókin er um tungutalu sum bønarmál

Fríðtór Debes hevur á forlagnum Rhema givið út bókina »Bønarmál títt-tungutalan«.
Hetta er sætta bók hansara við andaligum evni. Sostatt er hann farin fram um Mósebøkurar í tali. Men tær eru kortini rúgvusmiklari, heldur hann.
Í bókini setir hann upp tíggju orsøkir til at nýta tungutalu í bøn síni. Umframt eru í bókini tríggir kapitlar, sum viðgera tungutalu annars. Hvat fólk halda um hana. Hvat fyribrigdið tungutala er, umframt eina frágreiðing um tungutalu sum tekin hjá vantrúgvandi.
Fríðtór Debes sigur um bókaútgávur sínar, at eins og hinar fimm fyrru bøkurnar hevur hendan sætta eisini andaligt tema. Sum heitið sigur, er tað í hesum førinum tungutalan.
Hann hevur í teimum fyrru bókunum viðgjørt ymisk evni sum eitt nú heimsmissión, regluligt bønarlív og pengar.
?Tað er so, sigur Fríðtór Debes, at Bíblian talar rættiliga nógv um pengar og búskap. Á ymsan hátt.
Bíblian hevur yvir 31.000 ørindi, og umleið ein fimtingur av hesum, ella umleið 6.000 ørindi, tala á einhvønn hátt tum pengar og pengaviðurskifti. Tað verið seg tíggjund, skuld, skatt ella hvat nú kann koma fyri, tá tosað verður um pengar.
Tungutala hevur verið nýtt frá fyrsta degi, Heilagi andin kom til kristnu samkomurnar, sigur Fríðtór Debes og vísir til Apostlasøguna, har sagt verður frá hvítusunnuundurinum. Tá hendi tað, at menn fóru at tala í tungum, og øll tey, ið til staðar vóru, skiltu teir.
Soleiðis hevur verið síðan. Her er talan um mál, sum ónátúrliga er givið okkum frá Guði og sum verður nýtt sum bønarmál millum okkum og Guð, sigur Fríðtór Debes.
Paulus var ein, sum brúkti tungutaluna nógv, sigur Fríðtór Debes. Og soleiðis hevur hon verið regluliga brúkt bæði at tí einstaka í stillari bøn og á fundum og samkomum, har hon verður brúkt til prædikur.
Men tað er ein onnur síða tá tosað verður til mannfjøld við týðing, sigur Fríðtór Debes, fyristøðumaður í samkomuni í Rhema í Havn.
Tað, hann viðgerð í hesi bókini, sigur hann, er tann persónliga samrøðan við Guð, har tungutalan verður nýtt.


: