Glaðir og litfagrir dagar í Gundadali
Lærarar og næmingar kunnu gleða seg til glaðar og litfagrar dagar fullar av lívi og felagsskapi. Dagarnir byrja kl. 9.30 í Høllini á Hálsi og enda kl. 14.00.
Í ár hava vit valt at savna heilar árgangir, soleiðis at næmingar frá Fossanesi hitta næmingar frá Sørvági og Sandi. Tað verða tí fleiri enn 650 næmingar savnað í Høllini á Hálsi í senn hesar tríggjar dagarnar. Tey fáa høvi at hittast og heilsast, og síðani fara tey ú t at royna ymiskar ítróttagreinar. Heili 12 ítróttagreinar eru klárar at taka væl ímóti næmingum úr 4. flokki, 5. flokki og 6. flokki hesar dagarnar.
93 skúlaflokkar og 12 ítróttagreinar
93 skúlaflokkar, býtt út á fleiri enn 300 lið, sum eru sett saman av fleiri enn 2000 næmingar fara at renna runt í Gundadali. Dagarnir byrja við felags upphiting og undirhaldi, sum samansjóvar tey tvørtur um skúlaflokkar. Síðani sleppa tey at savna stig og vinir til teirra floksplakatir, og til endaløtuna kl. 13.30 finna vit ársins Skúlaleikaflokkar.
Næmingar úr 4. flokkum hittast týsdagin 17. mars, tá flogbóltur, borðtennis, frælsur ítróttur og hondbóltur eru á skrá.
Næmingar 5. flokkum hittast mikudag 18. mars, tá badminton, inniróður, tennis og fimleikur eru á skrá.
Næmingar úr 6. flokkum hittast hósdag 19. mars, tá rørslumeg i, kurvabóltur, fótbóltur og bogaskjóting eru á skrá.
Tað er Betri, sum er høvuðsstuðl saman við Nordeagrunninum, og samstarvspartarnir eru Barna- og útbúgvingarmaálráðið, Kommunufelagið, Heilsustýrið og Fróðskaparsetur Føroya.
Les meira um stevnur og Skúlaleikir her.














