Fleiri enn 100 kandidatprógv frá Aalborg universiteti ógyldug

Fleiri kandidatútbúgvingar á universitetinum í Aalborg hava ikki lokið krøvini um ECTS-stig. Vandi er tí fyri, at fleiri enn 100 fyrrverandi lesandi, sum hildu seg hava lokið kanditatprógv, als ikki eru kandidatar kortini.

 

Eisini verða eini 20 lesandi, sum høvdu roknað við at tikið kandidatútbúgving í summar, noydd at leingja lestrartíðina. Tað sama er galdandi fyri fleiri onnur lesandi, sum í løtuni taka kandidatútbúgvingar á universitetinum í Aalborg, skrivar dr.dk.

 

Lesandi, sum hava tikið hjálærugreinar á Aalborg universiteti, hava í fleiri ár fingið boð um, at neyðugt er við 90 ECTS-stigum til tess at taka kandidatútbúgving, hóast leiðreglurnar áseta, at kravið er 120 stig.

 

Tí eru fleiri núverandi og fyrrverandi lesandi komin illa fyri. Meira enn 100 fyrrverandi lesandi á Aalborg universiteti hava eitt ógyldugt kandidatprógv í hondini og kunnu rokna við, at tey mugu aftur á skúlabonk. Og tey, sum eru í fer við at taka kandidatútbúgving, mugu fyrireika seg til, at lestrartíðin verður drúgvari, enn tey høvdu roknað við.

 

Tey, sum lesa nú, skulu ganga í skúla eitt hálvt ár longri enn upprunaliga ætlað, upplýsir universitetið fyri dr.dk.

 

Endalig støða er ikki enn tikin til, hvussu málið við teimum mongu kandidatunum, sum hava ógyldug prógv, skal loysast. Leiðslan á universitetinum roynir saman við kenslumálaráðnum at finna eina loysn á málinum.