Fleiri deyð í illveðri og regni í Kina

Regn og illveður kom eftir eina røð av hitabylgjum, sum eitt nú hava rakt kinesiska høvuðsstaðin, Beijing.

Tað hevur verið illveður og grimdarregn í kinesiska stórbýnum, Chongqing.

 

Í minsta lagi 15 fólk eru deyð, og illveðrið hevur órógvað fleiri hundrað túsund fólk í økinum.

 

Umframt tey 15, sum higartil eru staðfest deyð, eru fýra onnur saknað. 

 

Hetta veit almenna kinesiska tíðindastovan, Xinhua, at siga í dag.

 

Í stórbýnum Chongqing, sum hevur verið hart raktur, búgva umleið 32 miljónir fólk, og býurin er høvuðsstaður í regiónini við sama navni.

 

Sagt verður, at illveðrið hevur ført til, at áin, Yangtze, sum er hin longsta í Kina, flýtur yvir.

 

Eisini í grannaøkinum, Sichuan, er støðan trupul, og her eru umleið 460.000 rakt av illveðri og regni.

 

Sambært lokalum myndugleikum eru umleið 85.000 fólk flutt burtu úr Sichuan-økinum.

 

Sagt verður, at eftir eina herviliga hitabylgju, sum eisini rakti kinesiska høvuðsstaðin, kom regn og illveður. 

 

- Í juni hevði Beijing 14 dagar, har hitin var omanfyri 35 stig, veit tíðindastovan NTB at siga.